Hugsi Bert Um Teg

Eivør, Tróndur Bogason

Svøvnleysa náttin
Er nú aftur her
Komin at vitja meg
Enn einaferð

Heimleysur longsul
Floymir inn um hurðagátt
Fyllir tøgnina
Nú í nátt

Tímarnir hanga
Og eg hugsi bert um teg
Heimurin endar
Men eg hugsi bert um teg

Larmandi býður
Og eg gangi inn í
Mannamúgvur
Vinir eg ei havi sæð í langa tíð

Dansi í náttini
Tíðin hongur
Men enn er tað bara tú
Í mínum tonkum

Tímarnir hanga
Og eg hugsi bert um teg
Heimurin endar
Men eg hugsi bert um teg
Eg eri fangað
Tú hevur kastað gand á meg
Dagarnir ganga
Og eg hugsi bert um teg
Hugsi bert um teg
Hugsi bert um teg
Hugsi bert um teg

Wissenswertes über das Lied Hugsi Bert Um Teg von Eivør

Wann wurde das Lied “Hugsi Bert Um Teg” von Eivør veröffentlicht?
Das Lied Hugsi Bert Um Teg wurde im Jahr 2024, auf dem Album “Enn” veröffentlicht.
Wer hat das Lied “Hugsi Bert Um Teg” von Eivør komponiert?
Das Lied “Hugsi Bert Um Teg” von Eivør wurde von Eivør, Tróndur Bogason komponiert.

Beliebteste Lieder von Eivør

Andere Künstler von