Sangir í moll
"Sangir í moll geva mær the blues"
Segði hon við meg og skrúvaði upp
Dovið øl og stearin
Rundan um James Dean
Tann fyrsti var dottin av í rúsinum
Vit yptu øksl saman, sukku niður í bláman
Stjólu hvønn annan til sangir í moll
Tá eg raknaði við var hon farin heim
Hurðin hjá mær stóð víðopin
Ein friðarlig akkord, ið eingin annar hoyrdi
Summaði millum fløskurnar í stovuni
Bert eitt kann henda, tá ið ljósið er tendrað
Við tveimum, sum dansa til sangir í moll
Vit yptu øksl saman, sukku niður í bláman
Stjólu hvønn annan til sangir í moll